Um Sorella
Mótahandilin Sorella sá dagsins ljós 2 september, 2005, og tað vóru systrarnar Eyð og Annbritt Ellingsgaard, sum opnaðu handilin á sinnið, tískil navni ‘Sorella’, ið merkir systur á italienskum.
Fyrstu árini helt handilin til á loftinum hjá PE í Sørvági, í 2011 flutti Sorella til Miðvágs, og er í dag á Jatnavegi 28.
Tann 1. Juni 2020 keypti Jónhild við Áir handilin Sorella, og rekur handilin nú. Sorella er ein klædnahandil sum selur nýmótans klæðir, smyrls, tilhoyri og skógvar, bæði til ta ungu og til ta tilkomnu kvinnuna.
Í handlinum arbeiða 3 starvsfólk.
Jónhild er stjóri, og hevur átt handilin síðan í 2020. Jónhild er ætta úr Miðvági og Nólsoy 💞

Anna er ætta út Sørvági og arbeiðir í Sorella annanhvønn leygardag og sum avloysari. Fitta Anna, vit eru sera takksom fyri, at tú er í okkara toymið 💞

Aleth er ætta úr Miðvági. Hon arbeiðir aðruhvørja viku. Vakra og fitta Aleth, vit eru sera glað fyri at tú er komin í okkara toymið 💞

